Elektrikari til el-in
SP/F EL-IN

Hevur tú drúgvar royndir innan el-arbeiði er tað møguliga tær vit leita eftir.

Talan er um eitt fjølbroytt og áhugaðvert starv, við størri og minni uppgávum og verkætlanum av ymiskum slagi.

Tað hevur stóran týdning at tú hevur áræði og bæði kanst arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.

Í dag arbeiða 15 dugnalig starvsfólk á verkstaðnum í el-in.

Høvðusuppgávur:

  • Vanligar innleggingar
  • Ídnaðar innleggingar
  • Talvuanlegg
  • Ljósanlegg
  • UTP-og EDV tól
  • Sýringar av ymiskum slagi
  • Og annað

Vit vænta, at tú :

  • Ert útbúgvin elektrikari við royndum
  • Dugir væl at leggja títt arbeiði til rættis og altíð leggur stóran dent á at trygdin er í lagi
  • Hevur gott handalag
  • Hevur góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt
  • Hevur koyrikort

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt spennandi arbeiðspláss
  • Gott arbeiðsumhvørið
  • Eitt arbeiði har tú kanst seta tín egna dám á gerandisdagin
  • Góðir møguleikar fyri førleikamenning
  • Løn sambært avtalu

Umsókn:
Hevur tú spurningar ert tú vælkomin at venda tær til Hilmar Danielsen á tlf. 284500

Umsókn v.m. skal sendast til hilmar@el-in.fo, starvið verður sett so skjótt sum vit hava funnið rætta umsøkjaran.

El-in var stovnað í 1991 sum el-innleggjaraverkstaður. Í 1992 læt fyritøkan upp ein lampuhandil. Stóra kreppan í 1992 gav fyritøkuni avbjóðingar, men gav eisini høvi til ein skynsaman vøkstur.  Við tíðini hava handil og verkstaður ment seg sera nógv. Ímeðan handilin er kendur fyri stórt og gott úrval av m.a. lampum og búnýtum, so hevur verkstaðurin í góðum samstarvi við vinnukundar ment seg til at veita loysnir til kundar bæði á sjógvi og landi. Dagliga starvast 25 dugnalig starvsfólk í el-in.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER