ENDURLÝSING – námsfrøðingar til Býlingshúsið á Norðasta Horni
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Søkt verður eftir trimum námsfrøðingum, at arbeiða 32-35 tímar um vikuna.
Størvini eru sett at byrja 5 august 2019, ella eftir nærri avtalu. Størvini eru í vøggustovu og í barnagarðsstovu.

Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

VIT BJÓÐA:
eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi, har náttúran hevur ein stóran leiklut í gerandisdegnum. Dentur verður lagdur á at børnini fáa avbjóðingar bæði innandura og uttandura, og at tú megnar at skapa ein tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum

VIT VÆNTA:

  • at tú dámar at vera úti
  • at tú gevur títt íkast, í at brúka okkara natúru og mentan sum námsfrøðiligt amboð
  • at tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • at tú kann arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
  • at tú leggur dent á samstarv og trivna fyri øll

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Óla Midjord, stovnsleiðara, telefon 210906, ella við at hyggja inn á heimasíðuna www.123hjemmeside.dk/nordastahorn 

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er 24. juni 2019.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER