Starvsfólk til Dagstovnin við Velbastaðvegin
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin við Velbastaðvegin eftir hesum starvsfólkum:

Størvini eru til setan 5. august 2019.

Námsfrøðingar: 

Ein á 35 tímar, tveir á 30 tímar og ein á
20 tímar um vikuna ella eftir nærri avtalu

Hjálparfólk:
 

Eitt á 40 tímar, eitt á 32 tímar, eitt á 30 tímar
og eitt á 20 tímar um vikuna í barnagarð fram til
15. juni 2020

Námsfrøði lesandi, sum verða liðug í summar, eru eisini vælkomin at søkja størvini.

Søkja námsfrøðingar ikki størvini, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað størv í staðin.

Eisini søkja vit eftir einum fólki til matgerð v.m. á 20 tímar ella eftir nærri avtalu, at starvast 4 dagar um vikuna (mánadag til hósdag).

 

VIT BJÓÐA
Ein spennandi og fjølbroyttan stovn við eldhugaðum og fyrikomandi starvsfólkum við ymiskum førleikum, vit hava góðar karmar og kringumstøður við stórum spæliplássi og stuttari frástøðu til náttúruna.

30 fólk starvast á stovninum og barnatalið er uml. 120, sum eru í 4 vøggustovum og 4 barnagarðsstovum, har av ein stova er til tey 6-7 ára gomlu børnini.

 

OKKARA VANGAMYND
Vit vilja fegin, at børn og foreldur kenna seg væl.

Vit eiga at lurta við virðing hvør eftir øðrum.

Tað er umráðandi, at barnið hevur ávirkan á tað, sum skipað verður fyri á stovninum.

Í góðum umstøðum inni og úti, leggja vit dent á spæl, rørslu og stuttleika við støði í barninum og felagsskapinum.

 

SETANARVIÐURSKIFTI 
Størvini verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvi, møguligum viðmælum og upplýsing um royndir, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 24. juni 2019 og viðmerkja umsóknina „Umsókn til Dagstovnin við Velbastaðvegin“.

MEIRA FÆST AT VITA

Meira fæst at vita um okkum og størvini við at venda sær til Monu R. Mohr, stovnsleiðara, telefon 302180 / 224535 ella Ingibjørg Heindriksdóttir varaleiðari, telefon 528078, ella at vitja heimasíðu okkara www.velbastadvegur.fo

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER