Starvsfólk til Býlingshúsið millum Gilja
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

torshavn@torshavn.fotorshavn@torshavn.foTórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið millum Gilja eftir ávíkavist einum námsfrøðingi á 35 tímar um vikuna, fyri námsfrøðing í barnsburðarfarloyvi og einum hjálparfólki á 30 tímar um vikuna.

STOVNURIN
Vit hava eina vøggustovu við 12 børnum, og tvær barnagarðsstovur við ávikavist 17 og 16 børnum. Á stovninum verður námsfrøðiliga arbeiðið tilætlað einstaka barninum. Vit arbeiða eftir nýggju námsætlanini og KIDS, eitt granskingaramboð, hvørs endamál er at meta um og menna dygdina á stovninum.

VIT VÆNTA, AT TÚ:

  • ert ágrýtin, og hevur hug og evni til at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið
  • ert nærverandi, sjálvstøðugu/r og tekur ábyrgd
  • hevur hug og hegni at nýta og menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum

VIT KUNNU BJÓÐA EIN STOVN:

  • har námsfrøðin og námsfrøðiliga orðaskiftið er í hásæti
  • har námsfrøðin verður tillagað einstaka barninum
  • har fyrireiking er ein partur arbeiðinum

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara Føroya.

Starvsbyrjan er 5. august 2019 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er ávíkavist 35 og 30 tímar. Størvini eru í barnagarðinum. Tú mást tola broytingar í starvinum og skalt eftir tørvi hjálpa til á øðrum stovum.

Søkir eingin skikkaður námsfrøðingur, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv í eitt hálvt ár.

MEIRA FÆST AT VITA
Um tú hevur spurningar til størvini, kanst tú venda tær til Majbritt Jacobsen, stovnsleiðara, á telefon 518758 ella vitja www.millumgilja.com

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum skal sendast Tórshavnar Kommunu á torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er 20. juni 2019.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER