Fast starv sum sjúklingasamskipari á Uttanlandstænastuni
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ

Uttanlandstænastan søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi at arbeiða sum sjúklingasamskipari á Uttanlandstænastuni. Talan er um eitt fast starv 0,9 at arbeiða kl. 8.00 -16.00 til setan 1. september 2019 ella sambært avtalu. Møguleiki er upp á sigt at arbeiða í niðursettari tíð um ynski er um tað. 

Endamálið hjá Uttanlandstænastuni er at miðsavna dagligu uppgávurnar í samband við, at sjúklingar fara uttanlands til viðgerðar. Endamálið er at fáa eina vælskipaða, hóskandi og skjóta sjúklingagongd. Hetta er ein spennandi avbjóðing, sum vit vilja loysa saman við dugnaligum starvsfeløgum og fleiri ymiskum samstarvsfólkum her á landi og uttanlands.  

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum  

  • Samskifta við sjúklingar og avvarðandi
  • Tætt samstarv við læknar, deildir á Landssjúkrahúsinum, sjúklingavegleiðarar og - samskiparar uttanlands, sjúklingahotell og onnur sjúkrahús uttanlands
  • Vegleiðing og ráðgeving um rættindi hjá sjúklingum og avvarðandi sambært galdandi kunngerð
  • Verða partur av einum toymi, sum arbeiðir við at menna  sjúklingagongdir 

Vit bjóða 

  • Eitt spennandi avbjóðandi starv, sum tú sjálv/ur verður við til at skapa
  • Eitt dynamiskt, fjøllbroytt og vinarligt arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum
  • Góða innleiðslu
  • Ávirkan á fakliga menning 

Førleikakrøv 

  • Góðkenda útbúgving og hollar royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Evni at raðfesta og leggja arbeiðið til rættis
  • Arbeiða sjálvstøðugt og skjótt, tá uppgávan krevur tað
  • Góð evni at samskifta og handfara truplar støður
  • Hava áhuga fyri fyrisitingarligum arbeiði
  • Opin og tænastusinnað/ur og góð samstarvsevni
  • Telduførleika á brúkarastøði

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. 

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hergerð Heldarskarð, leiðara á Uttanlandstænastuni, tlf 234554 ella teldupost hergerd@ls.fo 

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 28. juni 2019, og biðið verður um at hava upprunaprógv og viðmæli við til møguliga samrøðu. Samrøður verða hildnar í viku 27 og/ella viku 28. 

Vinaliga søk starvið her

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum. 

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visión, missión og strategimál undir leinkinum "Leys størv." 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER