Sjúkrarøktarfrøðingar til Barnadeildina, B5
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum til Barnadeildina. Talan er um eitt fast starv í starvsbrøki 0,6 í skiftandi kvøld- og náttarvaktum til setan 1.september 2019 og eitt avloysarastarv í starvsbrøki 0,7 í skiftandi vaktum frá 1. september 2019 til 31.august 2019

Barnadeildin
Barnadeildin hevur sjey seingjapláss til børn og ung í aldrinum 0 - 17 ár. Vit taka ímóti børnum úr øllum landinum og innan allar sergreinar. Dagliga koma børn og ung til útgreinan og kanningar eftir avtalu. Flestu innleggjanir eru bráfangis. Harumframt fer nógv ambulant virksemi fram í dagtímunum. Deildin hevur samstarv við onnur sjúkrahús og stovnar, heima og uttanlands. Deildin hevur regluliga vitjan av konsulentum innan barnaneurologi, barnaortopedi og barnakardiologi. Deildin er útbúgvingarstaður fyri sjúkrarøktarfrøðingar, læknar, læknaskrivarar og námsfrøðingar koma eisini í praktikk.

Á deildini starvast sjúkrarøktarfrøðingar, námsfrøðingur, skrivarar  og reingerðarfólk. Fýra barnalæknar eru knýttir at deildini; kostráðgevi, fysioterapeutur og ergoterapeutur eru somuleiðis javnan knýtt at tvørfakliga toyminum á B5. Vit samstarva við Barna- og Ungdómspsykiatriina, tá tað krevst. 

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • At útinna pædiatriska sjúkrarøkt og viðgerð og samskipa sjúklingagongdirnar hóskandi til tann einstaka.
  • At leiða, útinna, miðla og menna pædiatrisku sjúkrarøktina m.a. við at vera aktivt luttakandi í mun at leita fram nýggjastu vitan.
  • At virka fyri, at barn og foreldur, uttan mun til sjúkuavgerð, koma væl gjøgnum uppihaldið á Barnadeildini. 

Vit bjóða

  • Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiði við nógvum fakligum og persónligum avbjóðingum.
  • Starvsfelagar við drúgvum royndum innan pediatriska økið.
  • Gott tvørfakligt arbeiðsumhvørvi, har tú hevur ávirkan.
  • Innleiðslu og upplæring.

Dentur verður lagdur á

  • Serligan áhuga at arbeiða við børnum á sjúkrahúsi.
  • Góð evni og vilja at samstarva við børn og foreldur teirra.
  • At vera ein góður starvsfelagi. 
  • At samstarva konstruktivt við starvsfólkið og aðrar stovnar, ið deildin javnan samstarvar við. At megna at síggja møguleikar. 
  • At vera eyðmjúkur, tolin og uppsøkjandi.
  • Royndir innan pædiatriska øki kann hava fyrimun.

Nærri fæst at vita við at venda sær til deildarleiðaran, Rúnu Wardum á tlf. 304500, lokal 6055 og Gunnvá Guttesen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 6102.

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreistin er 21. juni 2019 

Vinaliga søk starvið her.

Upprunaprógv fyri útbúgving, góðkenning og evt. viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, misión og strategimál, undir leinkjuni "Leys størv". 

Vinarliga søk starvið umvegis leinkjuna niðanfyri "Søg stillingen".  



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER