Fast starv sum neonatalsjúkrarøktarfrøðingur
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ

Landssjúkrahúsið søkir hervið eftir neonatalsjúkrarøktarfrøðingi í fast starv til Føðideildina á brøk 0,6 í skiftandi vaktum til setan 1.juli 2019. Møguleiki er fyri høgri brøki í avmarkað tíðarskeið.
Føðideildin er ein samansett eind við fýra ymiskum sergreinum, ið umfata føðingar, barnakonur, barsil og neonatologi. Endamálið við deildini er at veita viðgerð og røkt til barnakonur og nýfødd børn. Hetta verður gjørt í tøttum tvørfakligum samstarvi millum fakbólkarnar, sum eru tilknýttir deildini og heilsuskipanini annars. Deildin er eitt spennandi og mennadi starvsstað við nógvum framtíðaravbjóðingum.

Dentur verður lagdur á 

  • góð samstarvsevni og eitt opið og jaligt sinni
  • hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleika
  • kreativitet og fleksibilitet
  • ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnða á deildini
  • førleika at miðla vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar
  • góðan telduførleika 

Vit bjóða 

  • eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • felags innleiðslu og upplæring á deildini 

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Ingun Gaardbo, deildarsjúkrarøktarfrøðing á Føðideildini, A2, tlf. 304500, lokal 5022,  ingga@ls.fo 

Umsóknarfreistin er 19. juni  2019

Vinaliga søk starvið her

Upprunaprógv fyri útbúgvingina skulu havast við til eina møguliga samrøðu. 

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni ”Leys størv”.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER