Sjúkrarøktarfrøðingar til B7 á Medisinska deplinum
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir sjúkrarøktarfrøðingum til B7.

  • Barnsburðarfarloyvisstarv á brøk 0,7 í skiftandi vaktum til setan 01. juli 2019 – 15. januar 2020. Søk starvið her
  • Fast starv á brøk 1,0 í skiftandi vaktum til setan 01. august 2019. Søk starvið her

B7 er neurologisk deild, sum tekur ímóti elektivum og akuttum sjúklingum við apopleksi, og øðrum nerurologiskum sjúkum, umframt endurvenjing av sjúklingum við apopleksi.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deildini
  • Útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina

Vit leggja dent á

  • At tú ert ágrýtin og hevur dirvi
  • At tú hevur góð samstarvsevni og fleksibilitet
  • Fakligan áhuga innan økini
  • Evni til skjótt at skapa tær yvirlit og arbeiða sjálvstøðugt
  • Miðlan av vitan bæði til starvsfelagar á deildini og aðrar starvsbólkar
  • Eitt opið og jaligt sinni
  • Góðan telduførleika

Vit bjóða

  • Felags innleiðslu og upplæring á deildini
  • Fjølbroytt arbeiði
  • Spennandi avbjóðingar

Nærri fæst at vita við at ringja 304500 lokal 6067 til Jónu Sigmundardóttir, deildarleiðara á B7.  

Um viðkomandi, sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar síðstu 6 mánaðirnar, skal viðkomandi hava eina negativa MRSA skjalaváttan, áðrenn byrjað verður.

Umsóknarfreist: 19. juni 2019

Vinaliga søk starvið við at trýsta á leinkjuna omanfyri.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Leys størv."



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER