Starvsfólk til ullarmóttøku á Búnaðarstovuni í summar
BÚNAÐARSTOVAN

Í sambandi við, at Búnaðarstovan skipar fyri móttøku av ull í summar, tørvar okkum fólk til arbeiðis at taka sær av dagligu uppgávunum í hesum sambandi. Talan verður um arbeiðið at taka ímóti, skilja og pakka ullina.

Talan er um tímalønt og tíðaravmarkað størv frá fyrst í juli og til umleið endan av august mánað 2019. Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Áhugað kunnu senda Búnaðarstovuni eina umsókn innan 17. juni 2019.

Tey, ið hava áhuga fyri arbeiðsuppgávunum og ynskja at frætta nærri, eru vælkomin at venda sær til Dortheu Joensen á dj@bst.fo ella tlf. 299019.

Búnaðarstovan
Frammi í Dal 166
FO-410  Kollafjørður
Tlf. 47 90 00 – Faks 47 90 20
bst@bst.fo – www.bst.fo    

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER