Starvsfólk til Frítíðarskúlan á Argjahamri og Argjaskotið Frítíðarskúlin á Argjahamri
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Frítíðarskúlin á Argjahamri

Sjóðar tú av orku og eldhuga at geva børnunum spennandi upplivingar og kveikja forvitni og áræði teirra, og vilt geva børnum ein innihaldsríkan gerandisdag við mennandi royndum og styrkja spælihug og sosialar førleikar, so er at smekka eina umsókn av stað og søkja starvið sum námsfrøðingur.

Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan á Argjahamri eftir fólki við námsfrøðiligari ella aðrari viðkomandi útbúgving.

Søkt verður eftir:

  • 2 starvsfólki at arbeiða 30 tímar um vikuna
  • 1 starvsfólki at arbeiða 20-25 tímar um vikuna

Størvini eru til setan 15. august 2019 ella eftir nærri avtalu.

  • 1 starvsfólki at arbeiða 30 tímar um vikuna

Starvið er tíðaravmarkað fyri námsfrøðing í barsilfarloyvi og verður tískil sett í tíðarskeiðinum 15. august 2019 – 15. august 2020

Um eingin skikkað fakfólk søkja, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.

Okkum tørvar starvsfólk sum:

  • vilja samstarva og arbeiða eftir okkara námsætlan og virðum
  • vilja menna tað námsfrøðiliga arbeiðið og hugsanina, og vilja virka fyri einum fakligum umhvørvi
  • kunnu virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur
  • hava hug at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum
  • taka ábyrgd og hava yvirlit, eru sjálvstøðug og kunnu taka avgerðir
  • eru íverksetandi og aktivt luttakandi saman við børnunum í teimum ymisku tiltøkunum/fyriskipanum

Vit bjóða:

  • at tú kemur at vera partur av einum toymi, sum hevur námsfrøðiliga ábyrgd og leiðslu
  • námsfrøðiliga sparring í námstoymi
  • eitt fakligt arbeiðis umhvørvið, har námsfrøðilig kjak og refleksjónir eru partar av arbeiðis mentanini
  • góðar arbeiðis karmar, sum stuðla væl upp undir ymisk frítíðar námsfrøði og námsfrøði í síni heild
  • eitt arbeiði í skiftandi vaktum
  • fyrireikingartíð

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara Føroya.

Argjaskotið

Tórshavnar kommuna søkir vegna Argjaskotið eftir fólki við námsfrøðiligari ella aðrari viðkomandi útbúgving.

Søkt verður eftir:

  • fólki at arbeiða í miðal 15 tímar um vikuna
  • tímaløntum fólki at arbeiða í miðal 10 tímar um vikuna

Okkum tørvar starvsfólk sum:

  • eru innovativ og opin
  • tora og duga at hugsa “út um boksina”
  • hava ein natúrligan áhuga fyri ungum
  • hava hug at arbeiða við ungdómsmentan
  • eru vegleiðandi í relatiónini
  • eru íverksetandi og luttakandi saman við teimum ungu í teimum ymisku tiltøkunum/fyriskipanum
  • taka ábyrgd, eru sjálvstøðug og kunnu taka avgerðir

Argjaskotið bjóðar út eitt tilhaldsstað, har ungdómurin følir seg væl at koma. Staðið bjóðar ymiskar aktivitetir, sum eru gevandi og kunnu virka fyri einum tryggum og sunnum sosialum ungdóms platformi. Dømi kunnu vera tónleikur, drama, matur, film, teldur, street ítrótt v.m.. Tað er av týdningi, at starvsfólkini duga at samstarva við ungdóminum og lurta eftir honum. Ungdómurin skal takast við uppá ráð og verða kveikjandi og geva starvsfólkunum íblástur. Ungdómsvirksemið verður hugsað, sum ein natúrligur partur av SSP samstarvinum. Fyribyrging eigur at raðfestast og samstarv við sosialar- og politi myndugleikar ein neyðugur partur. Gott skal vera hjá øllum ungum, at taka av og luttaka í virkseminum, ið boðið verður út í Argjaskotinum.

Tað ber til at samanseta starvsfólka tímar í Argjaskotinum og frítíðarskúlanum.

Meira fæst at vita
Um okkum og størvini við at venda sær til Ann Hansen, stovnsleiðara, á telefon 282850 og við at hyggja inn á heimasíðuna www.argjahamri.fo.

Umsókn
Saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum, verður at senda til torshavn@torshavn.fo ella til Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn í seinasta lagi 23. juni 2019.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER