GLASIR: FULLTRÚI TIL FÍGGJARDEILDINA
GLASIR

Glasir søkir eftir fíggjarfulltrúa til figgjardeildina. Talan er um fast fulltíðarstarv.

UPPGÁVUR:

  • Eftirlit við- og skipan av bókhaldinum og roknskaparøkinum
  • Leggja fíggjarætlanir saman við fíggjarleiðaranum
  • Fíggjarstýring
  • Gera framrokningar av fíggjarætlanini og fylgja gongdini
  • Ansa eftir, at reglur og mannagongdir verða fylgdar
  • Lønarumsiting
  • Roknskaparreglugerð
  • Ráðgeva um fíggjarspuringar

VIT VÆNTA, AT TÚ HEVUR:

  • hægri útbúgving innan búskap og fíggjarstýring, í minsta lagi á BA-støði
  • góðan kunnleika til Búskaparskipan Landins, herundir lønarskipanina
  • kunnleika til sáttmálaviðurskifti
  • Góðan telduførleika og hollar royndir við forritinum Excel
  • Góðan málsligan førleika
  • Góð evni at samstarva, arbeiða sjálvstøðugt og tillaga teg til broytingar

UM GLASIR
Glasir er Føroya størsti útbúgvingarstovnur við uml. 250 starvsfólkum og yvir 1.500 næmingum, lærlingum og lesandi. Á Glasi bjóða vit yrkisútbúgvingar, gymnasialar útbúgvingar, hægri útbúgvingar og skeið av ymsum slagi. Sum fíggjarfulltrúi fært tú, saman við dugnaligum starvsfeløgum, ein týðandi leiklut í at skipa arbeiðið á fíggjardeildini og at stýra samlaðu játtanini á Glasi.

LØNAR- OG SETANARTREYTIR
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag.

UPPLÝSINGAR OG UMSÓKN
Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Janus Isfeld á fíggjardeildini á tlf. 786634 ella við at skriva til jai@glasir.fo um fleiri upplýsingar. Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal í seinasta lagi 24. juni 2019 kl. 12:00 sendast í telduposti til starv@glasir.fo ella til:

Glasir
Postrúm 218
Janusargøta 3
FO-110  Tórshavn



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER