FYSIOklinikk sóknast eftir fysioterapeuti til barsilsstarv í 2 mðn frá 1. juli 2019 , við møguleika at forlongja.
SP/F RØRSLA

Vegna barsilsfarloyvi sóknast vit á klinikkini eftir einum fysioterapeuti sum innleiðara í 2 mðn frá 1. juli 2019 ella skjótast gjørligt, við møguleika at forlongja.

Av tí at virksemið hjá okkum í FYSIOklinikk er vaksið nógv síðstu tíðina, síggja vit ein tørv á at fáa ein fysioterapeut inn at taka sær av tí dagliga fysioterpeutiska arbeiðnum.

FYSIOklinikk er vaksið frá bara at fevna um fysioterapeutiskar veitingar til at bjóða massagu og psykomotoriska terpi eisini.
Í løtuni eru vit 5 í toyminum, 3 fysioterapeutar, ein psykomotoriskur terapeutur og ein sekreter. Harav er ein fysioterapeutur í barsil.

Arbeiði kemur at fevna um individuellar samtalur og viðgerðir, møguleika fyri holdvenjingum og at skapa/byrja síni egnu holdvenjingar.

Av tí, at vit hava yvirtikið dagligu leiðsluna av ÍÐKA, hava vit nógvar møguleikar fyri venjingum, bæði persónligum og í holdum. Tí ynskja vit eisini, at tú skapar títt egna arbeiðsskema og vísir áhuga í at deila tínar hugsanir íft. at byrja nýtt holdvirksemi.

Um hetta hevur tín áhuga ella tú hevur spurningar hesum viðvíkjandi, send eina umsókn og CV til okkara á teldupost fysioklinikk.info@gmail.com í seinastalagi 22. juni 2019.

Vinarliga heilsan
FYSIOklinikk
Jóhan E. Heimustovu
prof.bach. í fysioterapi, cand.scient. í Ítrótti og heilsu



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER