Námsfrøðing til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
SUNDA KOMMUNA

Hevur tú eitt brennandi ynski at arbeiða við børnum 0-3 ár? So er tað kanska tær vit leita eftir.

Vit eru ein lítil, heitur stovnur mitt í bygdini í Hósvík, við tveimum vøggustovum, eini barnagarðsstovu og eini frítíðarstovu. Uttanfyri liggur helst besti garður í heiminum. Ein garður, sum samstundis er hagi við eini á rennandi á mitt ígjøggnum. Fjøran liggur beint niðanfyri og elska vit at brúka hesar náttúruperlur í gerandisdegi okkara saman við børnunum.

Á stovninum starvast í løtuni 5 námsfrøðingar og 6 hjálparfólk. Ein blandaður hópur av fittum og dugnaligum starvsfólkum. Vit eru opin fyri nýggjum hugsanum og trívast best, tá gerandisdagurin er væl litaður við alskyns fjølbroyttum litum og áhugaverdum avbjóðingum.

Vit hava tó brúk fyri fólki í starvsfólkahópi okkara og leita tí eftir einum námsfrøðingum at byrja eftir summarferiuna.

Starvsbyrjan er 12. august 2019 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin kann vera áleið 20 til 30 tímar um vikuna, ella eftir nærri avtalu.

Søkir eingin skikkaður námsfrøðingur, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Er hetta nakað fyri teg? Skunda tær og send eina umsókn áðrenn 21. juni 2019.

Hevur tú spurningar, ring til Hervør, leiðara, á telefon 297255 ella Kristinu, varaleiðara, telefon 722435.

Vit gleða okkum til at frætta frá tær!

 

Dagstovnurin við Stórheygg
Áarvegur 1
Hósvík

storheygg@sunda.fo

 

Setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.  

 

 

 

 

 

 

 

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER