Starvsfólk til HR-deildina hjá Atlantic Airways
P/F ATLANTIC AIRWAYS, FAROE ISLANDS

Vit leita eftir einum dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki til HR-deildina hjá Atlantic Airways til at dagføra innanhýsis mannagongdir og politikkir, umframt taka sær av fyrisitingarligum uppgávum á øllum HR-økinum hjá felagnum og øðrum HRarbeiði.

TAÐ VERÐUR TÍN UPPGÁVA, SAMAN VIÐ HR-LEIÐARANUM, AT…

  • dagføra, viðgera, skipa og seta í verk nýggjar innanhýsis mannagongdir
  • arbeiða við innanhýsis kunning og samskifti
  • samskipa, ráðgeva og góðskutryggja tilgongdina í sambandi við starvsetanir
  • skráseta og dagføra starvsfólkaupplýsingar í nýggja HR-skipan
  • taka tær av ymiskum øðrum fyrifallandi HRuppgávum

UM TEG:

  • Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og skipað
  • Tú dugir væl at samskifta, ert stinn/ur í føroyskum og dugir væl at orða teg lætt
  • Tú dugir væl við fólki, ert dámlig/-ur og fyrikomandi
  • Tú ert ágrýtin og arbeiðssom/-samur
  • Tín styrki liggur serliga í fyrisitingarligum arbeiði

Royndir frá HR-arbeiði fyrimunur, men ikki eitt krav.

UM STARVIÐ:
HR-deildin fer í næstum undir at dagføra og seta í verk skráseting av starvsfólkaupplýsingum í talgilda HR-skipan. Okkum tørvar ein persón, ið saman við HR-leiðaranum, kann standa á odda fyri hesum arbeiðinum. HR-deildin hevur ábyrgd av øllum starvsfólka- og setanarviðurskiftum og eisini øllum mannagongdum í sambandi við starvsfólkaumsiting.

Atlantic Airways er eitt stórt arbeiðspláss við nógvum ymiskum fakbólkum, ið samstarva uppá tvørs av øllum deildum. Tí er av stórum týdningi, at tú dugir væl at samstarva við ymsar fakbólkar.

SETAN:
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn- og setanartreytir eftir avtalu. Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovu okkara í Vága Floghavn.

VILT TÚ VITA MEIRA UM STARVIÐ?
So ert tú vælkomin at venda tær til Elina Sigvardsen, starvsfólkaleiðara, á tlf. +298 21 37 02 ella við telduposti á elin@atlantic.fo

UMSÓKN:
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til starv@atlantic.fo í seinasta lagi 10. juli 2019.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

UM OKKUM
Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Í fyritøkuni starvast umleið 200 eldhugað og tænastusinnað starvsfólk í nógvum ymsum starvsbólkum. Okkara fremstu uppgávur eru at knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta oyggjar saman og skapa tryggleika. Hjá okkum er trygdin í hásæti, og vit vilja veita eitt regluligt, smidligt og fjølbroytt rutunet við Føroyum sum hornasteini, og eina framúr góða tænastu.

Les meira á heimasíðu okkara atlantic.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER