Fulltrúi til Føroya Kærustovn, (Longd freist og broytt krøv)
FØROYA KÆRUSTOVNUR

Vit sóknast eftir fulltrúa at byrja 1. juli 2019 ella eftir nærri avtalu.


Um okkum
Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá níggju kærunevndum, umframt Høvuðsbarnaverndarnevndini og Skuldarumskipanarnevndini. Okkara arbeiði fevnir í høvuðsheitunum um at lýsa og viðgera kærur frá borgarum og fyritøkum.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsøki er breitt, so møguleiki verður fyri at royna seg á ymsum økjum.

Um teg 

  • Tú hevur løgfrøðiliga kandidatútbúgving frá hægri lærustovni, t.d. cand. jur., cand. merc. jur. ella sambæriligt prógv. Lesandi, sum eru um at vera liðug við lesnaðin, eru eisini vælkomin at søkja.
  • Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt og loysir uppgávurnar við góðum huga og nærlægni.
  • Tú tolir, at viðhvørt er stórt trýst á og ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur.
  • Tú dugir væl føroyskt í skrift eins og í talu.

Vit bjóða

  • Eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv.
  • Góðar møguleikar fyri fakligari menning, har løgfrøðiliga ábyrgdarøkið er stórt og starvsfelagirnir eru dugnaligir.
  • Spennandi avbjóðingar, har tú ert við til at taka stórar, týdningarmiklar og stundum truplar løgfrøðiligar avgerðir.
  • Eitt arbeiðspláss, ið hevur ein lyklaleiklut í mun til at tryggja rættartrygdina hjá einstaka borgarunum.
  • Løn sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya.

Meiri at vita
Tú kanst fáa meira at vita um Føroya Kærustovn á www.fks.fo. Eru spurningar, ert tú vælkomin at ringja til AnjuHovgaard, stjóra á tlf. 280585.

Umsóknir
Umsókn við prógvi og c.v. skal sendast til Føroya Kærustovn Postrúm 45 110 Tórshavn og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
21. juni 2019. Møguligt er eisini at senda umsóknina til ah@fks.fo

Føroya Kærustovnur er óheftur stovnur undir Løgmansskrivstovuni. Stovnurin fyrireikar kærumál til Kærunevndina í almanna- familju- og heilsumálum, Skatta- og avgjaldskærunevndina,
Kærunevndina hjá Studna, Kærunevndina í Lendismálum, Vinnukærunevndina, Psykiatrisku Sjúklingakærunevndina, Fjølmiðlanevndina, Kærunevndina hjá Barsilsskipanini og
Kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini. Harumframt er Kærustovnurin skrivstova hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini og Skuldarumskipanarnevndini. Á stovninum starvast í løtuni 11 fólk, stjórin, seks løgfrøðingar og fýra skrivstovufólk.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER