Námsfrøðingur til Dagstovnin á Hamrinum
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Námsfrøðingur til kanska heimsins besta starv.


Vit leita eftir tær, sum vilt hava ein stuttligan arbeiðsdag. Vit eru 22 starvsfólk, ið gleða okkum at arbeiða saman við tær.

Okkara arbeiði snýr seg um 80 børn á fimm stovum. Í einum hjartaligum samstarvi gera vit alt fyri at teirra gerandisdagar skulu vera so góðir og gevandi sum til ber.

Vit eru ein dagstovnur, sum liggur sera væl fyri. Vit hava bæði náttúruna og býin beint uttan fyri dyrnar. Og hetta litar okkara gerandisdag, tí vit við hesum kringumstøðum kunnu gera dagarnar hjá børnunum ríkar og fjølbroyttar.

Ert tú námsfrøðingur og hevur tú hug til gevandi og stuttligar arbeiðsdagar, set teg so í samband við okkum á torshavn@torshavn.fo innan 24. juni 2019.

STØRVINI ERU:

• 

Tríggir námsfrøðingar til barnagarð, 30 tímar, at byrja 1. august 2019
ella eftir nærri avtalu

ein námsfrøðingur, 20 tímar á stovu við 6 ára gomlum; 1. august 2019
til 31. juli 2020

Um námsfrøðingar ikki søkja, kunnu hjálparfólk vera sett í tíðaravmarkað starv .

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.

Vilt tú vita meir, kanst tú ringja til Anniku Wenningsted Jacobsen, leiðara: 225784, ella Sóley Samuelsen, varaleiðara 519909. Til ber eisini at hyggja inn á okkara heimasíðu www.dag-ham.fo

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER