Dagrøktari til Klaksvíkar kommunu
KLAKSVÍKAR KOMMUNA

- Dagrøktarskipanin í Klaksvíkar Kommunu søkir eftir tveimum dagrøktarum at byrja 1. september 2019. Talan er um tíðaravmarkað størv í fyribils 1 ár.

Dagrøktarskipanin er ein stovnur undir Trivnaðardeildini hjá Klaksvíkar kommunu. Í skipanini starvast 13 dagrøktarir, eitt hjálparfólk og ein námsfrøðingur ½ tíð. Talið av børnum í dagrøkt er umleið 45. Aðru hvørja viku eru 3 dagrøktarar, tveir dagar saman við børnunum í spælustovuni.

Vit ynskja, at tú
- hevur hegni og áhuga at arbeiða við børnum
- kann geva børnunum ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag
- ert fyritakshuga/ur og skapandi
- hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
- kann samskifta og samarbeiða við foreldur og starvsfelagar

Í heiminum hjá dagrøkaranum skal vera rúm til børnini at spæla í og øki við girðing uttanfyri.

Eisini skal vera pláss fyri sovivognum og tvíburðastóli. Lønar- og setunarviðurskifti

Vit kunnu bjóða eitt inspirerandi og lívsjáttandi starv. Arbeiðstíðin er ímillum kl. 7.30 – 17.15.

Lønar- og setunarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið.

Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Vivian B. Samson, dagrøktarleiðara, á telefon 22 57 19.

Skrivlig umsókn skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 1. juli 2019.

Umsóknin skal sendast til dagrokt@klaksvik.fo ella Klaksvíkar Kommunala Dagrøkt, á Brekku 36, 700 Klaksvík 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER