ENDURLÝSING: undirvís á Glasi: lærari í russiskum
GLASIR

Glasir er Føroya størsti undirvísingarstovnur, við 250 starvsfólkum og yvir 1.500 næmingum, lærlingum og lesamdi. Til skúlaárið 2019/2020 søkja vit nú av nyggjum eftir undirvísara í russiskum á A og B-støði. Starvið verður sett sum ársvikarur ella tímalærarastarv.


FØRLEIKAR

Sum umsøkjari skalt tú hava akademiskt kandidatsprógv, master ella aðra hægri útbúgving, sum ger teg føran fyri at undirvísa í russiskum á A og B-støði. Tað kann verða ein fyrimunur, um tú kanst undirvísa í aðrari lærugrein á miðnámsstigi eisini.


UMSØKJARAR

Vit sóknast eftir dugnaligum lærarum, sum kunnu kveikja áhugan hjá næmingunum at læra. Vit hugsa um undirvísaratoymið sum eina heild og ynskja, at tínir eginleikar og førleikar hugvekja og ríka samstarvið við starvsfelagarnar. Sum lærari á Glasi, hevur tú ein virknan lut í menningini av stovninum, fakunum og útbúgvingunum.

Tá mett verður um umsóknirnar verður hugt at:

  • formligum førleikum innan fakøki, námsfrøði og didaktik
  • persónligum eginleikum og førleikum
  • breiddini av undirvísingarførleikum
  • starvsroyndum
  • útbúgvingarbakgrund og -samanseting

 

SETANARVIÐURSKIFTI

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám (YF) og Fíggjarmálaráðið.


SOLEIÐIS SØKIR TÚ

Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til edj@glasir.fo í seinasta lagi 20. juni 2019 á miðnátt. Hevur tú spurningar ber til at seta teg í samband við Egil Jacobsen, deildarleiðara fyri mál og bókmentir á Glasi, á telduposti edj@glasir.fo ella á telefon 786750.edj@glasir.fo

Freistin at søkja er 20. juni 2019.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER