Skúlin á Argjahamri
SKÚLIN Á ARGJAHAMRI

Hesi størvini eru leys at søkja frá 1.august 2019


Lærarar.

  • 3 lærarar í fast starv
  • 3 lærarar í tíðaravmarkað starv, komandi skúlaár 2019/2020, vegna lækkað tímatal, serligan tørv, forskúla og avlopstímar. Eitt av hesum tíðaravmarkaðu størvum fær endaliga ásett tímatal 1. sept. 2019.


Námsfrøðingar.

  • 1 tíðaravmarkað starv at seta við setanarbrotinum 0,6 í hádeild
  • 1 fast starv at seta við setanarbrotinum 0,6 miðdeild/grunddeild
  • 1.starv í forskúlanum við setanarbrotinum 0,74


Søkt verður eftir lærarum og námsfrøðingum sum

  • duga væl at samstarva og samskifta
  • vilja menna seg sjálvan og skúlan
  • sýna  næmingum og undirvísing sín eldhuga
  • vilja fevna ymiskleikanum og styrkja felagskapin


Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu undirvísingarpørtum og lærugreinum:

1. undirvísingarpartur

    Støddfrøði, føroyskt, ítróttur og leiklist

2. undirvísingarpartur

             Náttúra og tøkni

3. undirvísingarpartur

            Danskt, støddfrøði, alisfrøði, lívfrøði, samfelagsfrøði og ítróttur/gentur


Lønar- og setanartreytir:

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Lærarastørvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Námsfrøðiligu stuðulstímarnir í skúlanum verða løntir sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.


Umsóknir

Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 20.juni  2019  kl. 15.00

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til

Marjun Holm, skúlastjóra, á tlf 302510 og 221466. 

Eisini ber til at senda teldupost til skúlan:  marjun.holm@skulin.fo

Umsóknir við posti kunnu sendast til:

Skúlin á Argjahamri

Glyvursvegur 44

160 Argir

Skúlin á Argjahamri er skúli við forskúla til 9. flokki og frítíðarskúla.

Í skúlanum eru 45 starvsfólk og  ganga 386 næmingar í skúlanum.

Skúlin er býttur sundur í tríggjar undirvísingarpartar, grundeild, miðdeild og hádeild.

Okkara viðri eru: ábyrgd- álit – ávirkan – ágrýtni.

Sí. www.sah.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER