Nógv avbjóðandi summarstørv til lesandi
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Á tekniska økinum hjá Tórshavnar kommunu eru nøkur summarstørv til lesandi á hesum deildum: Býarskipan, Verkætlanardeildini, Byggideildini, Endurnýtsluni og Visit Tórshavn.

Til ber hjá tær at søkja um at arbeiða við hesum uppgávum:

  • Skráseta grøn øki í ArcGIS
  • Skráseta standin á gøtukervinum og tørv á ábøtum í ArcGIS
  • Skráseta býarrúmsinnbúgv soleiðis at ein heildarætlan kann gerast. Møguliga leggja lunnar undir heildarætlanina
  • Staðseta verandi og fleiri ruskíløt í ArcGIS og møguliga seta hetta arbeiðið í gongd
  • Tekniuppgáva at skipa Torgið í Vágsbotni
  • Endurskoða byggisamtyktir: Finna heildarætlanir og fylgiskjøl til serstakar byggisamtyktir í skjalasavninum og skráseta hesi í 360 og ArcGIS
  • Gjøgnumganga skjalatilfar á gomlu sløkkiliðsstøðini
  • Sum hjálpari hjá verkætlanarleiðarum – kanna byggiverkætlanir til tess at savna og skipa prísir og kostnaðarstig og skráseta byggihagtøl – gjarna byggifrøðilesandi (Verkætlanardeildin)
  • Skráseta í ArcGIS – fylgja upp á givin byggiloyvi í mun til endaligt sýn, tættleika, nýtsluloyvi o.s.fr.
  • Fyrifallandi arbeiði í Endurnýtsluni
  • Verkætlan ísv.bygdaskelti

UM TEG
Tú ert lesandi og útbúgvir teg til arkitekt, konstruktør, verkfrøðing, byggifrøðing ella annað í bygging og verkløgum ella annað. Vit frætta fegin frá arbeiðssomum, dugnaligum og væl skipaðum lesandi.

Sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at royna nýggjar avbjóðingar. Harafturat vænta vit, at tær dámar væl at samstarva, men eisini arbeiðir sjálvstøðugt og kemur við einum jaligum íkasti.

SETANARTREYTIR
Talan er um tíðaravmarkað lestrarstørv, einar 4-6 vikur til hvønn í summarfrítíðini.

Størvini eru flokkað eftir lestrarstigi og galdandi sáttmálum kommununnar.

UMSÓKN
Hevur onkur av hesum uppgávum tín áhuga, og samsvara tær við tína útbúgvingarleið, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn og lívsgongdarlýsing (CV).

Skriva til torshavn@torshavn.fo og greið stutt frá tínari útbúgving og viðmerk hvørjari ella hvørjum uppgávum, tú kundi hugsað tær at arbeitt við.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER