Reingerðarfólk til Tórshavnar Musikkskúla
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar Musikkskúli er týdningarmikil liður í mentanarlívinum í høvuðsstaðnum og bjóðar tónleikaundirvísing til børn og ung á høgum fakligum stigi í eini røð av ljóðførum og sangi. Harumframt er Tórshavnar Musikkskúli virkin kveikjari og samstarvspartur í eini røð av verkætlanum og tiltøkum á føroyska mentanarpallinum.

Umframt at vera ein blómandi skúli, er Musikkskúlin eisini vakstrarhús hjá børnum og ungum, sum í framtíðini fara at mynda tónleikalívið í høvuðsstaðnum. Tórshavnar Musikkskúli stendur fyri serstakari miðnámsútbúgving, hvørs endamál m.a. er at geva framkomnum næmingum eitt skipað undirvísingartilboð á miðnámsstigi, og at fyrireika evnaríkar næmingar til framhaldslestur á lærdum tónlistaskúla.

Tórshavnar Musikkskúli hevur húsast í fleiri hølum í Havnini, men nú nýggi Musikkskúlabygningurin á Hans Andriasargøtu er við at verða klárur, flytir Tórshavnar Musikkskúli í næstum sítt virksemið hagar.

Í hesum sambandi søkir Tórshavnar Musikkskúli reingerðarfólk til nýggja musikkskúlan á Hans Andriasargøtu at byrja hálvan august 2019.

Brúk er fyri 2 reingerðarfólkum at arbeiða skiftandi vaktir, fyrrapartar yrkadagar og í samband við tiltøk um kvøldið og í vikuskiftinum.

Arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna fyri hvørt reingerðarfólk.

Talan er um tímalønt størv.

VIT VÆNTA AT TÚ:

  • ert álítandi og ábyrgdarfullur persónur
  • ert fyrikomandi, fleksibul og arbeiðsom / samur
  • kanst arbeiða skiftandi arbeiðstíðir og ert lagalig/-ur í so máta
  • hevur góðar eginleikar at samskifta við leiðslu, starvsfólk og brúkarar skúlans
  • megnar at skipa arbeiðið sjálv/-ur og kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Gongur høgt uppí at halda reingerðina í musikkskúlanum á einum høgum stigi

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verður lønt sambært sáttmála við Havnar Arbeiðarafelag ella Havnar Arbeiðskvinnufelag.

KUNNING
Meira fast at vita um størvini við at venda sær til: Andreu Heindriksdóttir, leiðara, telefon 513312 – andrea@torshavn.fo ella Ólav Olsen, varaleiðara, telefon 504740 – olavo@torshavn.fo

UMSÓKN
Umsókn við viðkomandi upplýsingum merkt „Reingerðarfólk TM“ verður at senda til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er 20. juni 2019.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER