Røktarstarvsfólk til Heimarustovu á Lágargarði
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgarar, so er tað tær, vit leita eftir til Heimarustovu á Lágargarði, ið er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni. 

Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsinum og tveimum búeindum við 203 búplássum, umframt 11 umlættingarplássum og fimm plássum til samdøgursendurvenjing.

Lágargarður varð tikið í nýtslu í 1987 og hevur 46 búpláss, umframt tvey pláss til umlætting. Búplássini eru býtt út á tríggjar búeindir, Heimarastova, Miðstova og Handarastova, har Handarastova burturav er til minnisveik. Umframt búplássini er stórkøkur, ið veitir mat til heimabúgvandi í Tórshavnar Kommunu, og matarhøll, virkis- og venjingarstova til heimabúgvandi og húsfólk, hárfríðkan, fótarøkt og vaskarí.

SØKT VERÐUR EFTIR:

  • einum sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 0,8. Arbeiðstíðin er skiftandi, tó mest dagvaktir og triðja hvørt vikuskiftið
  • einum heilsurøktara á setanarbrøki 0,8. Arbeiðstíðin er skiftandi vaktir, og triðja hvørt vikuskiftið
  • einum heilsuhjálpara á setanarbrøk 0.8. Arbeiðstíðin er skiftandi vaktir, og triðja hvørt vikuskiftið

DENTUR VERÐUR LAGDUR Á

  • Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan, rehabilitering og geriatri
  • At miðla vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
  • Hug at arbeiða og samstarva tvøryrkisliga og skapa eitt lærandi arbeiðspláss
  • Góðan telduførleika
  • Prógv og góðkenning sum ávíkavist sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, heilsuhjálpari

VIT BJÓÐA TÆR:

  • ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • ávirkan á yrkisligu menningina í Heilsu- og umsorganartænastuni
  • eitt spennandi arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • møguleika at seta tín dám á og verða partur av framhaldandi at menna tænasturnar hjá Heilsu- og umsorganartænastuni

MEIRA FÆST AT VITA
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Christu Niclasen, deildarleiðara, á telefon 211808 ella teldupost christan@torshavn.fo

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett frá 1. august 2019 ella eftir avtalu, og lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar lagaðar til fakbólkin. 

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkið: „Røktarstarvsfólk til Heimarustovu“.

Umsóknarfreistin er 21. juni 2019.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER