Vit søkja eftir Føroya besta sneakersseljara til The Athlete´s Foot í miðbýnum.
SP/F FAT

Dámar tær væl sneakers, ert tú ein evnaríkur seljari, ið vil vera ein partur av The Athlete´s Foot´s-toyminum? so send okkum eina umsókn, her tú greiðir frá tínum førleikum, og hví tú ynskir at vera ein partur av okkara toyminum.

Tað vit vænta av tær:
• Tænastusinnaður, arbeiðssamur, kundarvinarligur og álítandi.
• Klárur til tær ymisku avbjóðingarnar og vil læra nakað nýtt.
• Dámar væl at hava við fólk at gera.
• Kenna til teir ymisku sosialu miðlanar

The Athlete's Foot er ein altjóða sneakerketa við einum samansettum vøruúrvali av sneakers og klæðum. Okkara missión er “Sport with Style'.

The Athlete´s Foot hevur yvir 430 handlar í 26 londum. Tað, sum eyðkennir handlarnar hjá The Athlete´s Foot, er, at vit hava tey bestu merkini av sneakers við sínum serligu litum og sermodellum. Umfrant skógvar hava vit eisini klæðir, ið eru neyvt útvald og passa væl til úrvalið av sneakers hjá okkum.

Søgt verður eftir sølufólki til at arbeiða hálva tíð uml. 30 tímar um vikuna.

Vilt tú gerast partur av okkara toymi, ert tú vælkomin at senda okkum tína umsókn og CV við mail til: taf@intersport.fo

Áhugaðir umsøkjarar kunnu frætta nærri um starvið við at seta seg í samband við Bára Thorsvig, á tel (+298) 268407.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

The Athlete´s Foot



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER