Lærari til Sjónám - avloysari
SJÓNÁM

Søkt verður eftir einum undirvísara tíðarskeiðið 12.august 2019 til januar 2020.

Starvsinnihald:

  • Undirvísa í trygd á sjónum. Undirvísingin fevnir um bæði ástøðiliga frálæru og venjingar við bjargingar- og eldsløkkiútgerð v.m.
  • Vera við til vanligt viðlíkahaldsarbeiði á venjingarstøðini og aðrar fyrifallandi uppgávur

Førleikar:
Umsøkjarin skal hava

  • Lokið prógv sum skipsførari og hava starvsroyndir við neyðugari eftirútbúgving innan trygd umborð á skipum, á boripallum ella flogferðslu, ið kann javnsetast
  • Góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
  • Góð samstarvsevni og førleika til sjálvstøðugt arbeiði
  • Kunnleika til samskiftis- og kunningatøkni og

Fyrimunur er

  • um umsøkjarin hevur royndir sum undirvísari og -royndir frá t.d. sjó-, frálandavinnu ella loftferðslu

Setanarviðurskifti:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Fakfelag Sjómansskúlalærara Føroya, sæst á www.fmr.fo

Setanarøkið fevnir um sjóvinnuútbúgvingarnar á Sjónámi.

Spurningar til starvið kunnu setast Boga Gardar, deildarleiðara, tfl. 224464

Umsóknir:
Umsóknarfreistin er 20.juni 2019.

Umsókn við ljóstøku av prógvum, yvirlit yvir royndir og møgulig viðmæli skulu sendast: 

Á teldupostadressu: runih@tsk.fo

ella

Sjónám
Postboks 20
FO-700  Klaksvík
stílað: Rúni Heinesen, skúlastjóri



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER