Journalleiðari til Sernám
SERNÁM

Søkt verður eftir einum journalleiðara. Talan er um eitt fulltíðar starv at seta frá 5. august 2019 ella skjótast eftir tað. Arbeiðsøkið hjá Sernámi er um alt landið. Hetta starvið er staðsett í Tórshavn.

Høvuðsuppgávan í starvinum er:
Journal og arkiv
Fyrisitingarligar uppgávur
Móttøka og tilrættalegging av tiltøkum
Aðrar uppgávur

Førleikakrøv:
Skrivstovuútbúgving ella útbúgving, sum kann javnmetast
Royndir við journalarbeiði og góðan kunnleika til skipanina 360
Góðar KT-førleikar
Dugir væl at orða seg í skrift og talu
Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og undir trýsti

Vit bjóða:
Sjálvstøðugt starv
Spennandi og skiftandi uppgávur
Samband við ymiskar fakbólkar innanhýsis og ymiskar stovnar uttanhýsis

Setanartreytir til starvið:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Margreth Olsen, stjóra, á telefon 360 200 ella í teldubrævi til margreth@sernam.fo.

Umsóknarfreist:
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 20. juni 2019 og skulu sendast til:

Sernám
á Frælsinum
Postboks 2036
FO-110 Tórshavn
ella sum teldubræv til sernam@sernam.fo

Í Sernámi eru ymiskir fakbólkar, sum veita ráðgeving til stovnar og skúlar í Føroyum.
Sernám veitir sernámsfrøðiliga ráðgeving og vegleiðing, soleiðis at børn og ung (0-18 ár) kunnu styrkjast í menningini, sum umfatar sosiala, kropsliga, persónliga, málsliga og kognitiva menning.
Í løtuni er Sernám í eini broytingartilgongd, og tann, ið settur verður, má vera sinnaður at luttaka virkin í hesi tilgongd umframt tola broytingar í starvinum.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER