Samskipari til SMS
P/F S.M.S

Dugir tú at samskifta, samskipa og fáa tingini at ganga upp í eina hægri eind? So er hetta rætta starvið fyri teg.

Sum samskipari fert tú millum annað at samskipa tiltøk á Torginum og lýsingarnar hjá SMS, at arbeiða við hugskotsmenning og fleiri øðrum spennandi uppgávum.

Tú verður partur av einum kreativum toymi og einum spennandi umhvørvi í stórari handilsfyritøku, ið fevnir um matvøruhandlar, sølumiðstøðir og mangt annað

Starvið krevur góð samskipanarevnir og evnir til at arbeiða sjálvstøðugt.

Vit vænta, at tú:

  • hevur hóskandi royndir og/ella útbúgving
  • dugir væl at samskifta
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst.
  • dugir at leggja tilfar út á heimasíður, Facebook o.a.
  • hevur skrivligar førleikar

Starvið er sett at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðstíðin er í minsta lagi 30 tímar um vikuna og løn eftir S&K-sáttmálanum.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 17. juni í 2019.

Send umsóknina til Regin W. Dalsgaard, býlings- og marknaðarstjóra, rwd@sms.fo  

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Regin W. Dalsgaard, tel. 596061 ella t-postur, rwd@sms.fo.  

SMS P/F er ein av landsins størstu handilsfyritøkum. SMS rekur sølumiðstøðirnar SMS og Miðlon og handlarnar Bónus, Mylnuna og Miklagarð. SMS gevur SMS-blaðið út fýra ferðir, og tað kemur í hvørt hús í Føroyum. Í SMS P/F starvast umleið 500 fólk.

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER