Starvsfólk til Boðanesheimið
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til Boðalon.


Boðalon er búeind hjá 16 fólkum, sum hava demens. Á lonini veður dentur lagdur á at liva eitt lív, sum gevur meining og at varðveita samleikan hjá húsfólkinum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Høga fakliga dygdin í Boðalon strembar eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

TIL BOÐALON VERÐUR SØKT EFTIR:

• 
 

Sjúkrarøktarfrøðingur á starvsbrøki 0,5 til setan 1. august 2019
ella eftir avtalu. Starvið er fyri tað mesta í dagvaktum, og arbeitt
verður sætta hvørt vikuskifti


 

Heilsurøktara á starvsbrøki 0,7 til setan 1. august 2019 ella eftir
avtalu. Starvið er fyri tað mesta í kvøldvakt, og arbeitt verður
annað hvørt ella triðja hvørt vikuskifti

FØRLEIKAKRØV

• 

Prógv og góðkenning sum ávikavist sjúkrarøktarfrøðingur /
heilsurøktari

Áhuga at arbeiða við fólki sum hava demens

Góð evni at samskifta í skrift og talu

Hug at arbeiða og samstarva í eini tvøryrkisligari toymisskipan
í menning

KT-førleika á brúkarastigi

VIT BJÓÐA TÆR:

• 

ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag

góða innleiðslu

eitt opið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar

møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna Boðalon

SETANARVIÐURSKIFTI

Størvini verða lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Søkir skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.


MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Hanne-Mi á Brúgv, deildarleiðara á Boðalon, telefon 224136, ella við telduposti til hannemi@torshavn.fo

UMSÓKN

Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Boðalon“.

Umsóknarfreistin er 20. juni 2019.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER