Køksfólk til Mylnuhúsið
KLAKSVÍKAR KOMMUNA

Vit sóknast eftir einum starvsfólki til køkin. Starvið er 20 tímar um vikuna.

Mylnuhúsið er ein stovnur við 60 børnum. Í Mylnuhúsinum er ein vøggustovu, tvær barnagarðsstovur (3 til 5 ár) og ein útibarnagarður (5 til 6 ár). Vit arbeiða við SPOR pedagogikki og merkir hetta, at sjónareykan verður sett á áhugmálini hjá børnunum. Hetta merkir, at køksfólkið skal leggja seg eftir at gera heilsugóðan kost, sum eisini tekur støði í SPORinum hjá barninum.

Vit vænta, at tú:
• Gert heilsugóðan mat til døgurðatíð, hvønn dag.
• Hevur hugflog til at gera heilsugóðan mat áhugaverdan.
• Til tíðir gert millummala (í samráð við hini starvsfólkini).
• Hevur ábyrgd av køkinum og hevur skil á innkeypi og matarætlan.
• Ert tilvita/ -ur um matoysl.

Løn og setunarviðurskifti:
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya arbeiðarafelag.

Umsóknir, saman við øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. juni 2019, og skulu stílast til: mylnuhusid@klaksvik.fo ella sum bræv til: Mylnuhúsið, Mylnugøta 10, 700 Klaksvík.

Meira fæst at vita um starvið og stovnin við at venda sær til Maja Højsted, stovnsleiðara, á telefon 237710

Klaksvíkar Kommuna
Nólsoyar Páls gøta 32
Postboks 2
710 Klaksvík
 Tlf. 41 00 00
 klaksvik@klaksvik.fo
 www.klaksvik.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER