Starvsfólk til Heilsu- og umsorganartænastuna
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktarum, heilsuhjálparum og heimahjálpum til Heimatænastuna í Heilsu- og Umsorganartænastuni í Tórshavnar Kommunu.

HEIMATÆNASTAN

Eini 350 borgarar fáa heimasjúkrarøkt og hjálp frá heimatænastuni. Heimatænastan heldur til í Heilsuhúsinum í Hoyvík og har starvast 14 sjúkrarøktarfrøðingar og umleið 60 heilsurøktarar, heilsuhjálparar og heimahjálpir í tøttum samstarvi við fysio- og ergoterapeutar. Í Heilsuhúsinum verða tilboð og tænastur til heimabúgvandi borgarar skipaðar.

Arbeiðsuppgávurnar eru at veita eina samskipaða heildartænastu til heimabúgvandi borgarar, ið hava tørv á røkt og umsorgan, við virðing fyri tí einstaka og teirra avvarðandi. Vit leggja stóra dent á dygd og at stuðla undir ein virknan gerandisdag.

SØKT VERÐUR EFTIR:

• 
 

Einum sjúkrarøktarfrøðingi í farloyvisstarvi í blandaðum vaktum
og fjórða hvørt vikuskifti á starvsbrøki 0,8 svarandi til 32 tímar
um vikuna frá 1. juli 2019 til 31. august 2020

Einum starvsfólki at arbeiða í dagvaktum á starvsbrøki 0,875
svarandi til 35 tímar um vikuna at frá 1. juli 2019


 

Einum starvsfólki at arbeiða í kvøldvakt á starvsbrøki 0,75
svarandi til 30 tímar um vikuna frá 1. juli 2019

Fýra starvsfólkum til farloyvisstørv á starvsbrøki 0,875 svarandi
til 35 tímar um vikuna frá 1. august 2019 til 30. november 2020

Arbeitt verður í 7-8 tímars vaktum og 2. hvørt vikuskifti.

FØRLEIKAR
Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari ella heilsuhjálpari. Hevur tú royndir við at arbeiða við fólki, herundir á eldraøkinum, so er tú eisini vælkomin at søkja, hóast tú onga útbúgving hevur.

VIT VÆNTA, AT TÚ:

• 

hevur góðan yrkisligan og menniskjaligan førleika

hevur góð samstarvsevni og megnar at samstarva tvørfakliga

hevur hóskandi arbeiðsroyndir

ert støðug, ábyrgdarfull og røkin í tínum arbeiði

kann ráðgeva og vegleiða borgarum og avvarðandi

kann arbeiða sjálvstøðugt og leita tær hjálp, tá tørvur er á hesum

hevur góðan telduførleika

hevur koyrikort

VIT BJÓÐA
Eitt sjálvstøðugt og spennandi starv og møguleika fyri fakligari og persónligari menning, har tú fært góða innleiðslu, og góðar starvsfelagar.

SETANARVIÐURSKIFTI

Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF og Heilsurøktarafelagið / Heilsuhjálparafelag Føroya.

MEIRA FÆST AT VITA

Meira fæst at vita við at venda sær til Jóngerð Nielsen, deildarleiðara, telefon 793110, t-post: jongerdn@torshavn.fo ella Jonna Joensen, deildarleiðara, telefon 793130, t-post: jonnajo@torshavn.fo

UMSÓKN

Umsókn saman við prógvi, góðkenning og upplýsingum um starvsroyndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 17. juni 2019. Viðmerkjast skal „Sjúkrarøktarfrøðingur til HT“ ella „Røktarstarvsfólk til Heimatænastuna“.

Trýst á leinkið fyri at síggja eina vitjan heima hjá einum borgara https://youtu.be/mXLZXTAszI4

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER