Fast starv og summaravloysarir í Miðberg bakarí
SP/F MIÐBERG

Summarferiuavloysarir:

Vit sóknast eftir feriuavloysarum til handil- og pakkiarbeiði at byrja skjótast gjørligt.

Fast starv:
Eisini sóknast vit eftir einum til fastar vaktir at byrja skjótast gjørligt. Arbeiði er umleið 30 tímar um vikuna.

Arbeiði inniber:
Tú fert at røkta handilin og avgreiða kundar. Afturat tí er pakking av okkara breyði og køkum, bæði til sølu í handlinum og til okkara kundar runt um í landinum.

Tín vangamynd
Vit sóknast eftir einum starvsfelaga, sum er tænastusinnaður, nærverandi og álítandi. Tú skalt hava møguleika at arbeiða í skiftandi vaktum.

Setanartreytir
Tú fært løn sambært S&K.

Umsókn
Tú søkir starvið við at senda ein teldupost til bnh.midberg@gmail.com ella við at seta teg í samband við Birgit Nónklett Hansen á tlf. 518988. Starvið verður sett skjótast gørligt.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER