Summarstørv hjá 62°N
P/F FLOGFELAG FØROYA ÁARVEGUR

P/F FLOGFELAG FØROYA ÁARVEGUR

Kundi tú hugsað tær at forvunnið eitt sindur av peningi í summar? 62°N er ein av fremstu aktørunum innan føroyska ferðavinnu, og vit søkja eftir einum dugnaligum summaravloysarum til bókhaldi í okkara bilaleigu í Sørvági. Talan er um tíðaravmarkað starv frá juni til august, sum tó kunnu avtalast eftir nærri avtalu.

BÓKHALD HJÁ 62°N CAR RENTAL (Sørvágur)
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um at avgreiða bilaleigusáttmálar, krevja pening inn umframt aðrar bókhaldsuppgávur.

Tað er ikki neyðugt hjá umsøkjaranum til starvið at hava útbúgving innan roknskap og bókhald. Tó so eru ítøkiligar royndir at arbeiða við bókhaldi og roknskapi ein fyrimunur.

Um tú vilt vita meira um bókhaldsstørvini, ber til at venda sær til Leivur Samuelsen, fíggjarleiðara, á tlf. 73 35 05 ella á leivur@62n.fo

Allar umsóknir skulu sendast til starv@62n.fo, og størvini verða sett skjótast gjørligt.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER