ENDURLÝSING – námsfrøðingar til Býlingshúsið undir Brúnni
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið undir Brúnni eftir námsfrøðingum.

ENDURLÝSING EFTIR NÁMSFRØÐINGUM

  • Tveir námsfrøðingar til barnagarð 20-40 tímar um vikuna, ella tað, sum passar til tín 

Størvini í barnagarðinum eru til setan 6. august 2019 ella eftir nærri avtalu. Um ongin námsfrøðingur søkir, verða hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað størv.

HVØRJI ERU VIT?
Býlingshúsið undir Brúnni er ein integreraður stovnur við børnum í aldrinum 0-7 ár. Tvær vøggustovur eru uppiá og tvær barnagarðsstovur eru niðriundir. Stovurnar hava tætt námsfrøðiligt arbeiði í dagligdegnum við sparring, aktivitetum, túrum og ymiskum verkstøðum gjøgnum árið. Eisini hava vit eitt rørslu- og alrúm við nógvum møguleikum.

Námsfrøðiliga arbeiða vit í góðum og tøttum relatiónum til børn og foreldur, so at børnini trívast og mennast í einum rúmligum umhvørvi, har spælið hevur stóran týdning. Sí okkara virkisætlan á www.undirbrunni.fo

Vit arbeiða fram ímóti at verða ein meira grønur og burðardyggur stovnur. Vit hava kompostkassa til matrestir hjá børnunum og vit hava ein „urtagarð“ har vit planta ymiskt saman við børnunum og gera mat úr tí, vit fáa burturúr.

Vit hava ein stóran og fjølbroyttan garð við vallalendi og eini rennandi á. Garðurin gevur barninum nógvar og góðar avbjóðingar, bæði rørsluliga og nátúrliga. 

Vit liggja í einum friðarligum øki, hava stutta leið út í fría náttúru og hava gott bussamband til allan býin.

VIT VANTA AV TÆR AT TÚ:

  • ert blíð, fyrikomandi og hevur gott yvirlit 
  • hevur góð samstarvsevni og kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • dugir at grunda / reflektera yvir egið arbeiði
  • ynskir at vera ein partur av einum dugnaligum starvsfólkatoymi
  • við tínum dugna og fleksibiliteti ert við til at stuðla undir okkara trivna
  • so at ØLL bæði børn, foreldur og starvsfólk verða sædd, hoyrd og tikin í álvara

VIT BJÓÐA TÆR EITT TÝDNINGSRMIKIÐ STARV:

  • har viðurkenning og góðar relatiónir er grundarlagið fyri trivna, menning og samstarv
  • har relatiónsarbeiði, spæl og fordjúpilsi hjá barninum hevur stóran týdning
  • við fjølbroyttum og spennandi avbjóðingum í gerandisdegnum
  • har foreldrasamstarv hevur stóran týdning
  • har tú hevur møguleika at seta tín dám á arbeiðið

SETANARVIÐURSKIFTI
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi fríggjadagin 21. juni 2019 kl.12.00.

MEIRA FÆST AT VITA
Um starvið, og stovnin, við at venda sær til Eyð Skúvadal, Stovnsleiðara, telefon 319180 ella 510490 og við at vitja heimasíðu okkara www.undirbrunni.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER