Roknskaparfelagið søkir eftir Granskoðara at byrja 1.september 2019
SP/F ROKNSKAPARFELAGIÐ, SKRÁ. GRANN

Starvið Arbeiðið fevnir um grannskoðan, roknskap, skatt, ráðgeving og eina røð av øðrum tilknýttum uppgávum.

Samstundis sum tú arbeiðir hjá okkum, hevur tú møguleika at taka víðari útbúgving at gerast góðkendur grannskoðari.

Tínir førleikar
Kravið er, at tú hevur eina Cand. Merc. Aud. ella HD-R útbúgving. Harumframt ert tú framsøkin at røkka settum málum og arbeiðir effektivt og sjálvstøðugt við stórum nærlagni.

Viðkomandi royndir innan fakøkið er ein fyrimunur.

Vit bjóða
Hjá okkum fært tú eitt fjølbroytt, avbjóðandi og spennandi starv við góðum møguleika fyri persónligari og fakligari menning. Í starvinum fært tú somuleiðis eitt breitt innlit í føroyska vinnulívið.

Lønin verður ásett eftir nærri avtalu.

Umsókn og freist Umsóknir við prógvum og øðrum viðkomandi upplýsingum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. juni 2019.

Starvið verður eftir ætlan sett frá 1. september 2019. Umsóknir skulu sendast til roknskap@roknskap.fo ella Roknskaparfelagið skrásettir grannskoðarar Sp/f J. C. Svabosgøta 48 Postboks 2210 FO-110 Tórshavn

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til okkum á tlf. 309400. Tórur við Áir, skrásettur grannskoðari, torur@roknskap.fo ella Olaf Frits Joensen, skrásettur grannskoðari, olaf@roknskap.fo

Um okkum
Roknskaparfelagið er ein góðkend grannskoðarafyritøka, sum hevur til endamáls at veita dygdargóðar tænastur í sambandi við grannskoðan, roknskap, bókhald, mvg, skatt og ráðgeving.
Vit leggja stóran dent á yrkisliga dygd og tætt samskifti við okkara kundar.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER