Námsfrøðingar, hjálparfólk og avloysarir til Dagstovnin Brosið í Hvalba
HVALBIAR KOMMUNA

Vit sóknast eftir

Trimum námsfrøðingum til barnagarðsstovur 30 tímar um vikuna.

Tveimum námsfrøðingum til vøggustovu 30 tímar um vikuna.

Tveimum námsfrøðingum til frítíðarskúla uml 25 tímar um vikuna.

Eitt hjálparfólk í farloyvistarv 30 tímar um vikuna til 1.februar 2020.

Føstum avloysarum til feriu, sjúku oa.

Størvini verða sett frá 1. august 2019 ella eftir nærri avtalu

Um skikkaðir námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Okkum tørvar námsfrøðingar sum kunnu leggja til rættis, útinna í verki, skjalprógva og eftirmeta námsfrøðiliga arbeiðið. Vera kveikjandi, vegleiðandi og kunna samskifta á ymiskum støði. Gera námsfrøðiliga arbeiðsætlan saman við øðrum starvsfólkum. 

Vit vænta at

  •  tú ert álítandi og tekur ábyrgd

  •  tú kanst verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum

  •  tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.

  •  tú kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og fjølbroyttan gerandisdag

  •  tú ert tolin og nærverandi

Vit kunnu bjóða

Eitt starv í einum nýggjum stovni, har innan- og uttandura umstøðurnar geva børnunum góðar møguleikar fyri stimbran og menning. Dagstovnurin er í einum náttúru vøkrum umhvørvi, tætt við skúlan, fótbóltsvøll og fjøruna.

Eitt umráðandi og spennandi starv, har tú kanst verða við til at mynda og seta dám á virksemi á stovninum.

Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Størvini innibera, at tú eftir tørvi kann hjálpa til á øðrum stovum og at tú tolir broytingar í starvinum.

Umsókn saman við revsiváttan, møguligum viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir, skal verða Hvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. juni 2019 kl. 12.00.

Hvalbiar kommuna

Bíarvegur 2

Fo-850 Hvalba

ella til hvalba@hvalba.fo

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Siri Næs Olsen, stovnsleiðara, tlf. 237580



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER