Framleiðsluapotekið søkir akademikara
APOTEKIÐ , FRAMLEIÐSLUEINDIN

Søkt verður eftir dugnaligum og ágrýtnum akademikara til Framleiðsludeildina, ið er áhugað/ur í heilivágsframleiðslu og skamtan. Viðkomandi verður partur av fakliga support toyminum, ið hevur til endamáls at tryggja, at galdandi GMP krøv og viðkomandi faklig tilmæli verða hildin. Toymið tekur sær av dagligum uppgávum og smærri verkætlanum í framleiðsluni og skamtan. Arbeiðsuppgávur og ábyrgdarøki hjá tí, ið sett/ur verður, verða ásett eftir førleikum og áhugamálum hjá viðkomandi, tó við atlit til hini í toyminum.

Starvið

Arbeiðsuppgávurnar verða lagdar til rættis í samstarv við restina av toyminum, og kunnu í høvuðsheitum umfata:

  • Góðkenna framleidda vøru
  • Avgreiða og góðskutryggja skamtanarforskriftir
  • Skriva góðskuskjøl og kunningarlepar
  • Vera við til at fremja kvalificeringar og valideringar
  • Heilivágsgjøgnumgongd av skamtanarkundum
  • Samskifti við heilsustarvsfólk og brúkarar
  • Vera við til at samskipa innanhýsis kunning
  • Vera við til at menna nýggjar vørur og tænastur

Tínir førleikar

Tú hevur eina viðkomandi hægri útbúgving, sum farmaseut, verkfrøðingur ella líknandi. Tað kann vera ein fyrimunur at hava royndir innan t.d. heilivágsframleiðslu, skamtan, heilivagsgjøgnumgongd ella góðskuarbeiði, tó er hetta ikki ein treyt.

Vit vænta, at tú ert ein fyrikomandi, álítandi og dugnaligur persónur, sum hevur áhuga í at arbeiða í einari góðskugóðkendari framleiðslu. Vit leggja dent á, at tú sært týdningin í at samstarva og at tú hevur ein semjusøkjandi hugburð, samstundis sum  uppgávurnar verða  loystar á einum fakliga høgum støði.

Vit vænta, at tú hevur ein skipaðan og nærlagdan arbeiðshátt, har tú leggur dent á at finna pragmatiskar og dygdargóðar loysnir. Harafturat dámar tær at hava fjøltáttaðar uppgávur og at samstarva við ymiskar fakbólkar. Vit vænta, at tú ert ein vinarligur og jaligur persónur, sum ynskir at arbeiðsplássið mennist og starvsfólkini trívast.

Vit bjóða

Til rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi, mennandi og fjølbroytt starv á einum áhugaverdum og gevandi arbeiðsplássi saman við nógvum ymiskum fakbólkum, har góðska og trivnaður er í hásæti.

Setanarviðurskifti

Talan er um fast starv við setan frá 1. september 2019. Starvið er ásett at vera 35 tímar um vikuna ella eftir nærri avtalu.

Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, viðmælum og CV við upplýsing um royndir skal vera Framleiðsluapotekinum í hendi í seinasta lagi týsdagin 18. juni 2019. Umsóknir skulu sendast sum teldupostur til ejn@apotek.fo

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Elisabeth Joensen-Næs á tlf. 341164 ella senda ein teldupost til ejn@apotek.fo

Framleiðsluapotekið

Framleiðsluapotekið er eind undir Apoteksverkinum, sum fevnir um eina Framleiðsludeild og eina Góðskudeild. Vit eru 23 starvsfólk knýtt at Framleiðsluapotekinum, harav fleiri farmakonomar, laborantar, hjálparfólk, farmaseutar og verkfrøðingur.

À Framleiðsluapotekinum framleiða vit nógv ymisk sløg av heilivági og øðrum vørum til bæði menniskju og djór, umframt at vit dagliga blanda kemoviðgerðir til sjúkrahúsið. Eisini pakka vit heilivág í skamtanarposar til uml. 1.200 brúkarar.

Les meira um okkum á www.apotek.fo

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER