Kondittari/køkshjálp til Kaffihúsið
SP/F 12.04.2009

Vit leita eftir einum fólki at starvast í kondittarínum hjá okkum.

Vit síggja helst, at tú ert kondittari, men onnur køku-áhugaði eru eisini vælkomin at søkja.

Uppgávurnar fevna um at gera køkur til kaféina, út úr húsinum og til Hotel Havgrím.

Tú skal kunna arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum, verða fryntlig/ur, fyrikomandi, kreativ/ur og ágrýtin.

Er hetta tú? Støkk inn á gólvið við tíni umsókn, ella send hana á kaffihusid@kaffihusid.fo.

Eru spurningar til starvið, kann ringjast á 358787.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER