Starvsfólk til Sandoyar Kunnningarstovu
SANDOYAR SÝSLU FERÐALAG

Vit leita eftir tær, ið dugir væl við fólki, ert væl skipað/ur og dámar fjølbroyttar avbjóðingar!

Ferðavinnan í Føroyum er í blóma og tú hevur nú møguleikan at vera við í spennandi arbeiðinum ið liggur fyri framman í Sandoyar Sýslu.

Starvið
Starvið umfatar í høvuðsheitum at veita kundum okkara góða tænastu, selja og vegleiða og kunna bæði føroysk og útlendsk ferðafólk, andlit til andlit, á telefon, umvegis teldupost og á sosialum miðlum. Eisini umfatar arbeiðið at taka ímóti bíleggingum og samskipa túrar. Arbeiðið kann umfata at samskipa tiltøk, vera við til at menna tilboð og skriva tekstir til lýsingar og heimasíðu.

Um teg
Tú ert fyrikomandi, ágrýtin og leggur stóran dent á, at veita góða tænastu. Tú klárar at hava nógvar bóltar í luftini í senn og hevur lætt við at samskifta á føroyskum og enskum, og hevur góðar telduførleikar til vanligt skrivstovuarbeiði. Tú megnar bæði at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi.

Um hevur royndir innan ferðavinnu, tænastuvinnu ella ert staðkend/ur í sýsluni, er tað ein fyrimunur.

Løn og setanartreytir
Talan er um ¾ starv sum fyribils er tíðaravmarkað til 31. desembur 2019. Um tú bert hevur møguleika at arbeiða styttri tíðarskeið, ert tú eisini vælkomin at søkja.

Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála hjá Starvsmannafelagnum.

UMSÓKN
Skrivlig umsókn við avritum av viðkomandi prógvum, lívsrensli (CV) og viðkomandi viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. juni 2019. Samrøður verða hildnar so hvørt, og starvið verður sett sum skjótast.

Umsóknin skal sendast til:

tordis@visitsandoy.fo

Viðmerk "Starvsfólk til Sandoyar Kunningarstovu".

Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við kunningarleiðaran, Tordis K. á Rógvi Simonsen á tel. 222 116.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER