Vilt tú nakað vilt?
KVÍVÍKAR KOMMUNA

Kvívíkar kommuna søkir eftir námsfrøðingi til frítíðarskúlan. Starvið er 20-25 tímar og arbeiðstíðin er millum 12-17.

Hugsar tú kreativt og droymir um at arbeiða við projektum?

Er nærlagni og nærvera akkurát tú?

Sært tú møguleikarnar í okkara nærumhvørvið?

Vilt tú vera saman við okkum, um alt tað, sum er stuttligt, álvarsamt, spennandi og týdningarmikið?

Hevur tú vitanina og hugin, so hava vit karmarnar.

Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða  sett frá 12. august ella eftir nærri avtalu.

Løn- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Um námsfrøðingur ikki søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Meira kann fáast at vita um starvið við at ringja til Gunnvá Edvardsdóttir leiðara á telefon tlf. 292412.

Umsókn við prógvum, viðmælum og CV skulu vera stovninum í hendi seinasta lagi 14. august 2019.

Dagstovnurin Áarlon
Frammi í Forna 1
340 Kvívík 

stovnur@kvivik.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER