Náttarvakt til Blákrossheimið
BLÁKROSS HEIMIÐ

Søkt verður eftir náttarvakt til farloyvisstarv at byrja 12. august til og við 24. juli 2020

Viðgerðin á Blákrossheiminum er skipað, sum familjuviðgerð, DAT viðgerð (dialektisk atferðar terapi), og sum ein sálarlig og sosialpædagogiskt viðgerð, sum m.a byggir á kognitivar og atferðar broytingar, skipað við bólkaarbeiði, staksamrøðum og fysiskari venjing.

Uppgávur/arbeiðsøkir:

  • Verða um búfólk um náttina
  • Taka telefon
  • Vasking og annað fyrifallandi praktiskt arbeið
  • Samtalu við búfólk og tey, sum ringja inn um náttina

Førleikar/eginleikar:

  • Tað er ein fyrimunur, at tú hevur ástøðiliga útbúgving
  • Tú ert álitisvekjandi og álítandi
  • Tú dugir væl at arbeiða við menniskjum
  • Tú ert fyrikomandi og hevur samstarvsvilja
  • Tú hevur evni til at arbeiða sjálvstøðugt
  • Tú vilt arbeiða samsvarandi blákrosshugsjónini

Løn/setanartreytir:
Talan er um starv uppá 0,7 tíð. Lønin verður ásett smb. avtalu millum Fíggjarmáráðið og Starvsmannafelagið.

Umsókn saman við møguligum prógvum, viðmælum v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin, 17. juni 2019, kl. 12.00.

Byrjað verður í starvinum 12. august 2019.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jüttu J. Olsen, leiðara á Blákrossheiminum. T-post: jutta@blakross.fo, ella tlf. +298 770 770

Umóknin skal sendast til:
Blakrossheimid@blakross.fo
Att: Jütta J. Olsen



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER