Kokkur til Norrönu
P/F SMYRIL-LINE

Við plássi fyri 1400 ferðandi og við trimum stórum matstovum umborð, hava vit úr at gera og tí søkja vit eftir einum kokki at starvast í skiftisskipan áljóðandi 4 vikur úti og 4 vikur heima.

Sum kokkur umfatar arbeiði matgerð av køldum og heitum rættum til the Diner, ið bjóðar ymiskan døgurðamat, og okkara vælvitjaðu morgunmatar og døgurða buffet. Tú verður partur av einum stórum toymi á uml. 18 fólk.

Tín vangamynd

  • Tú hevur kokka útbúgving
  • Tú hevur royndir við at starvast í einum køki og dámar sera væl at matgerða
  • Tú trívist at arbeiða í einum livandi umhvørvi
  • Tú er greið/ur yvir, at tú kemur at búgva umborð á skipinum í áleið 4 vikur hvønn túrin, í kamari  við einum starvsfelaga
  • Tú kemur at arbeiða 10 tímar um dagin saman við 90-100 starvsfelagum

Vit bjóða

Eitt framsøkið arbeiðspláss, har møguleiki er at menna teg og uppliva lívið umborð á einum ferðamannaskipi í altjóða umhvørvi. Tú verður partur av einum stórum toymi har tónin er óformellur, og vit hugna okkum saman.

Setanartreytir

Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Farmaskip.

Starvssetan

Skjótast til ber. Tíðaravmarkað til 1. novembur, men við møguleika fyri at halda fram aftaná.

Freist at søkja

Freistin at søkja er 17. juni 2019. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið við at senda eina umsókn til starv@smyrilline.fo. Vinaliga viðmerk ”kokkur til Norrönu” í evnisteigin.

Hevur tú spurningar til starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Evald við Garð og Jean Alex Midjord, leiðarar í køkinum, á executivechef@norrona.fo.

Um Smyril Line 

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er fólka- og farmaflutingur í Norðuratlantshavi. Smyril Line eigur ferðafólkaskipið Norröna, harumframt fraktfyritøkuna Smyril Line Cargo, sum hevur fraktskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og flutningsfyritøkuna OCD. Eisini rekur Smyril Line Hotel Skálavík, hevur yvirtikið Hotel Hafnia og er í holt við at byggja nýtt hotel við Oknarvegin.

 

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER