Tænari til Katrinu Christiansen
P/F HOTEL HAFNIA

Hotel Hafnia sóknast eftir tænara at arbeiða skiftisvaktir á sjarmerandi og søguligu matstovu okkara Katrinu Christiansen.

Vit bjóða

Vit hava eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleikan at menna teg fakliga. Vit vilja taka væl ímóti tær og tí fært tú dugnaligar tænarar, at læra teg upp. Tú verður partur av einum góðum toymi har tónin er óformellur og vit hugna okkum saman.

Uppgávur

Tú fær ábyrgd av at virka fyri at gestir okkara fáa tænastu á høgum støði og harumframt:

  • Skapa karmar og hava uppsýn við at gestir føla seg vælkomnar og fáa ásetta tænastustøðið
  • Tæna og vegleiða gestum okkara innan okkara matvøruskrá
  • Viðgera klagur frá gestum hegnisliga og skjótast gjørligt
  • Halda alt gesta-økið ruddiligt og hugnaligt

Tú kemur at hava nógvar ymsar uppgávur, og dagarnir verða skiftandi og spennandi.

Tín vangamynd

Vit sóknast eftir persónum, sum eru tænastusinnaði, nærverandi, álítandi og hava eitt ynski um at veita bestu tænastu til okkara gestir.

Tú kemur at skeinkja og tí er tað ein treyt at tú ert fylt/fyltur 18 ár.

Setanartreytir

Tú fært løn sambært Gistingarhússáttmálanum.

Umsókn

Tú søkir starvið við at senda ein teldupost til hr@hafnia.fo. Vinaliga viðmerk hvat starv, tú søkir.

Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Umsóknarfreistin er 17. juni 2019

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Magdalenu Mørk á tlf. 275931 ella teldupost mm@hafnia.fo.

Um Katrinu Christiansen

Sjarmerandi og søguliga matstova okkara, Kathrina Christiansen, er partur av Hotel Hafnia. Maturin, ið verður borðreiddur, er inspireraður av spanska tapas-stílinum, men er fullførdur við íblástri frá føroyskum matsiði og øllum tí, sum okkara náttúra hevur at bjóða.

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER