Námsfrøðingar til Dagstovnin við Løgmannabreyt
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin við Løgmannabreyt eftir trimum námsfrøðingum til ávíkavíst vøggustovu og barnagarð.

Arbeiðstíðin er 30-40 tímar um vikuna at byrja 5. august 2019 ella eftir nærri avtalu.

VIT VÆNTA, AT TÚ:

  • at tú hevur áhuga at arbeiða við børnum og vísir umsorgan
  • at tú ert nærverandi og dugur at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum og samstundis hevur gott yvirlit yvir barnabólkin
  • at tú hevur hug og áræði at skapa ein tryggan og fjølbroyttan dag við virðing fyri tí einstaka barninum og foreldrum teirra
  • at tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
  • at tú kann arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
  • at tú sær møguleikar heldur enn forðingar

ARBEIÐIÐ FEVNIR M.A.
UM AT MENNA BØRNINI:

  • sosialt, rørsluliga og málsliga 
  • í gerandisdegnum og geva teimum góðar upplivingar
  • at samstarva við øll, sum hava sína dagligu gongd á stovninum

VIT BJÓÐA:
eitt áhugavert starv, har tú kemur at vera partur av einum toymi og arbeiða í skiftandi vaktum í einum góðum fjølbroyttum stovni við nógvum møguleikum og fyrikomandi góðum starvsfólkum, har tú eisini hevur møguleika at seta tín dám á námsfrøðiliga arbeiðið.

 

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum og royndum skulu sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi mánadagin 17. juni 2019.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Sofíu Nattestad, stovnsleiðara, á telefon 219105 ella vitja á okkara heimasíðu www.logmannabreyt.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER