Reingerðarfólk til summar høvuðsreingerðir
SP/F DVEYLAN

Lýsing:

Dveylan sóknast eftir fólki at stuðla okkum í høvuðsreingerðar arbeiði ígjøgnum summarferiuna (síðstu í juni – hálvan august). Aldur hevur einki at siga, vit hava fólk í øllum aldri. Vit seta einans fýra høvuðskrøv:

  1. At tú vaskar væl.
  2. At tú vaskar skjótt.
  3. Gongur upp í at gera eitt gott arbeiði.
  4. Kemur til arbeiðis í góðum lag.

Summar arbeiðini eru sera væl umtókt. Tú arbeiðir saman við øðrum, sleppur at lurta eftir tónleiki, sleppur at røra teg o.s.fr.

Arbeiðsroyndir eru ikki neyðugar, men vit vænta at tú ert villig/ur at læra.

Umsókn

Hevur tú áhuga at arbeiða hjá okkum, so send okkum nøkur orð um teg sjálva/n.

Meira fæst at vita við at ringja til Jákup Heinesen, telefon 260345.

Umsóknir skulu sendast til dveylan@dveylan.fo viðmerk “umsókn – Starvslýsing Summar arbeiði”.

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER