Kantinufólk til Betri Banka
P/F BETRI BANKI

Vit sóknast eftir einum dugnaligum fólki at starvast í kantinuni hjá Betri Banka, Yviri við Strond 2 í Havn, at byrja 15. august 2019.

Starvið er parttíð og arbeiðstíðin er vanliga dagar frá kl. 8 – 12. Trivnaður og arbeiðsgleði hava stóran týdning fyri okkum, og vit leggja dent á at fólkið, sum verður sett, hevur góð samstarvsevni, er tænastusinnað, fyrikomandi og álítandi.

Tað kann vera ein fyrimunur at hava royndir frá kantinuarbeiði ella líknandi.

Lønin er sambært sáttmálan millum FAG og avvarandi felag.

Áhugað kunnu seta seg í samband við Fanny Petersen, HR-leiðara á telefon 348530 ella á teldupost fp@betri.fo.

Skrivligar umsóknir skulu sendast til starv@betri.fo, og vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 27. juni 2019.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER