Skrivstovulærlingur til ArtiCon
P/F ARTICON

Kundi tú hugsað tær eitt spennandi lærupláss? Vit leita eftir einum skrivstovulærlingi, ið hevur staðið miðnámsskúla, til fyrisiting okkara. Lærutíðin er 2 - 2,5 ár, og í lærutíðini er skúlagongd partur av tíðini.

Arbeiðsøki
Tú kemur millum annað at arbeiða við fylgjandi uppgávum:

  • lønaravgreiðsla,
  • kundatænasta,
  • telefonmóttøka,
  • tollavgreiðsla,
  • bókhaldsuppgávur,
  • umframt aðrar skrivstovuuppgávur.

Tín vangamynd

  • er fyrikomandi,
  • dugir væl at samstarva,
  • dugir væl at samskifta við nógv ymisk fólk,
  • er tænastusinnað/-ur.

Vit bjóða

  • Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti
  • Tú hevur møguleika at menna teg bæði fakliga og persónliga.
  • Eitt arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað.
  • Eitt fjølbrott arbeiðspláss

Løn
Starvið verður sett frá 1. juli 2019 og verður lønt sambært sáttmála millum S&K og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Meira at vita
Eru spurningar til starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Christian Danielsen, fíggjarleiðara, á teldupostadressu christian@articon.fo ella á telefon 216159.

Umsókn
Umsókn skal sendast til starv@articon.fo í seinasta lagi 17. juni 2019.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð- og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 300 fólk.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER