Leyst starv á Datatøkni
P/F FT SAMSKIFTI

Hevur tú áhuga fyri tøkni, interneti og trygd? So hava vit eitt spennandi starv til tín at søkja. Datatøkni knýtur saman alla dataferðslu innan- og uttanlands, og umsitur kjarnunetið og tænastur í samband við internet og farnet. Vit leita eftir einum starvsfólki, ið saman við einum dugnaligum toymi á Datatøkni fær ábyrgd av nýuppsetan, tólbúðani innan IP kervið, virtuellum hýsingarloysnum, umframt internettænastum sum DNS, DHCP, Email og Web.

Hvat kunnu vit bjóða tær?

Føroya Tele knýtir føroyingar saman í einfalt samskifti, ið skal vera tað besta og fremsta av sínum slag. Starvið á Datatøkni fevnir um luttøku í dagliga rakstrinum á deildini, umframt at samskipa og luttaka í verkætlanum innan tøkni- og produktmenning. Her fært tú ábyrgd av spennandi verkætlanum og byggir tær grundleggjandi royndir í einum tøkniligum rakstrarumhvørvi, sum ferðast við fullari ferð. 

Sum starvsfólk fært tú møguleika at arbeiða við samskiftistøkni í støðugari menning og við fjølbroyttum, nýggjum avbjóðingum í einum spennandi og broytiligum umhvørvi. Sum part av innleiðsluni til starvið, fært tú nærlagda vegleiðing og kunning um viðkomandi tøkni og mannagongdir á starvsøkinum.

Hvørjum leita vit eftir?

Tú hevur viðkomandi útbúgving innan eitt nú verkfrøði ella teldufrøði. Tú arbeiðir sjálvstøðugt og tekur ábyrgd. Vit ímynda okkum, at tú hevur góðar samstarvseginleikar í toymishøpi, og virkið kanst luttaka í fjølbroyttum tøkniligum verkætlanum. Harumframt ert tú jalig/ur, dugir væl at samskifta og kanst samstarva breitt tvørtur um virkisøkir, og við viðskiftafólk til tess at finna bestu loysnirnar.

Vit ímynda okkum, at tú hevur royndir innan eitt ella fleiri av hesum økjum:

·         Verkætlanarleiðslu
·         Cisco netverk og trygd
·         Huawei útgerð
·         IP routing, switching og trygd
·         VMWare Virtualisering 
·         Linux/Unix/Windows
·         Veeam Backup-skipanir
 

Starvs- og lønarviðurskifti 

Setanarviðurskifti og løn verða ásett við støði í viðkomandi sáttmála ella royndum. Starvsstaðið er høvðussætið hjá Føroya Tele í Hoyvík.

Starvið verður sett 1. august 2019 ella eftir nærri avtalu.

Umsókn og freist

Umsókn, lívsrensl og avrit av øðrum viðkomandi skjølum skulu vera Føroya Tele í hendi í seinasta lagi sunnudagin 16. juni 2019, og tú kanst søkja starvið her.

Ynskir tú at hoyra meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í sambart við Arthur B. Olsen, deildarleiðara, á abo@ft.fo ella á tel. 24 33 92. Tú kanst eisini venda tær til Starvsfólkadeildina á Føroya Tele á sfd@ft.fo ella á tel. 24 30 06.  

Sí starvslýsing   

Umsóknarblað:

 

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER