FK í Fuglafirði søkir eftir fólki
LVAÁ FØROYA KEYPSSAMTØKA - FUGLAFJØ

FK í Fuglafirði søkir eftir einum starvsfólki til handilin. Talan er um eitt farloyvisstarv í eitt ár, at byrja 1. juni 2019.

Eingin krøv eru til útbúgving, men vit ynskja at tú ert fyrikomandi, álítandi og tænastusinnað/ur.

Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna, mánadag–fríggjadag kl. 9-15.

Løn sambært sáttmála við S&K.

Meira kunning um starvið fæst við at venda sær til deildarleiðaran, Hansinu Abrahamsen, tlf. 217095/ 660020

Send umsókn til ha@fk.fo Att: Hansinu Abrahamsen, ella til

FK Fuglafjørður
Att: Hansina Abrahamsen
Bakkavegur 6
530 Fuglafjørður

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. mai 2019.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER