Kringvarpið leitar eftir journalistum
KRINGVARP FØROYA

Kringvarp Føroya søkir eftir tveimum journalistum at seta í fast starv á Aktuelt-deildini, skjótast til ber. 

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur journalistiska ella aðra viðkomandi útbúgving, men ikki ein treyt. Tú skalt hava royndir við tíðindaflutningi, og tú skalt tora at avdúka tað, sum onnur vilja fjala.

Tú skalt duga føroyskt væl og virðiliga bæði í skrift og talu og vera eins dúglig/ur við einum penni sum við einari mikrofon. Kringvarp Føroya virkar á trimum pallum: útvarpi, sjónvarpi og á kvf.fo.

Vit bjóða

  • eitt spennandi og áhugavert starv, har eingin dagur er líka
  • møguleika at royna seg sum reportara, redaktør og vert á sendingum
  • eitt starv, sum gevur tær innlit í øll viðurskifti í føroyska samfelagnum

Tú skalt

  • duga at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • hava eitt kalt høvd, høgt trúvirði og sunnan, kritiskan sans
  • duga undir tíðartrýsti at síggja, hvat er viðkomandi og hvat er óviðkomandi, so tíðindaflutningurin er viðkomandi fyri øll fólk í Føroyum
  • arbeiða í skiftandi vaktum og vera til reiðar at sleppa øllum, tá ein søga skal forteljast 

Setanar- og lønarviðurskifti 

Tann, ið sett/ur verður, má tola broytingar í starvinum og arbeiðsuppgávunum. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna.

Umsóknarfreist o.a. 

Umsóknir til starvið skulu sendast til umsokn@kvf.fo í seinasta lagi hósdagin 30. mai. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Georg L. Petersen, tíðindaleiðara, á telefon 296512 ella við at senda teldupost til georg@kvf.fo.

Kringvarp Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini. Eitt stýri við sjey limum stjórnar stovninum. Virksemið verður fíggjað við kringvarpsgjaldi og inntøkum frá kunngerðum, ískoytisveitingum og eydnuspølum. Kringvarp Føroya hevur 4 deildir: Aktuelt, Mentan, Tøkni og Fyrisiting.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER