Velt upp úr nýggjum saman við okkum! (Endurlýsing)
HÁSKÚLIN Í SANDOY

Nýstovnaður háskúli leitar eftir tær, sum vil byggja upp, virðir náttúruna, finnur loysnir, savnar og gongur á odda, eisini tá lendið er ókent og avbjóðandi.

Háskúlin í Sandoynni skal byrja sítt fyrsta skeið í ár, og tú fær tí hetta gylta høvið at laða sjálva grundina saman við okkum, sum standa aftan fyri teg og saman við tær – stýrið fyri skúlan og umhvørvið, hann er sprottin úr.

Háskúlin hevur náttúru, matsjálvbjargni, matlist, útilív, velting, umhvørvi, djóra- og veiðikunnleika, samfelagsmedvit og føroyska mentan sum evnisøki. Vit ynskja ein skúla, har næmingarnir læra at gagnnýta landið við umhugsni. Vit bjóða fram eitt grundstøði til teirra, sum skulu skapa okkara mat- og umhvørvismentan í framtíðini, men eisini eitt stað, har næmingurin fær ró og finnur sítt egna áralag.

Vit vænta, at tú átekur tær høvuðsleiklutin í at mynda og leiða skúlan.

Og at tú hevur:

  • Førleikar, so tú kann undirvísa eins og leggja undirvísing til rættis fyri onnur.
  • Innlit í landbúnað, matgerð ella aðra gagnnýtslu av náttúru og vøkstri.
  • Umhvørvis- og samfelagsmedvit.
  • Møguleika at vera á staðnum og til taks hjá næmingum og undirvísarum.
  • Hug og hegni at samstarva við nærumhvørvið, og til at skapa samstarvsanda millum næmingar og starvsfólk.

Setanartreytir:
Starvið er fulltíðarstarv, lønt eins og størv á samsvarandi skúlum. Ynskiligt er, at byrjað verður sum skjótast.

Umsóknir kunnu í seinasta lagi 27. mai á middegi sendast til:

Stýrið fyri Háskúlan í Sandoy v/Katrin Petersen, forkvinnu á katrin@veltan.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER