Miðlatøknilærlingar til Kringvarp Føroya
KRINGVARP FØROYA

 

Søkt verður eftir tveimum lærlingum til útbúgvingina Film – og sjónvarpsframleiðslu (Miðlatøkning). Útbúgvingin fevnir um alla kringvarpsframleiðslu, tó við denti á at avmynda og at klippa video og ljóð. Útbúgvingin tekur 5 ár, harav eru 70 vikur skúlagongd í Danmark.

Krøv
Tú skalt helst hava miðnámsútbúgving – HH-, HF- ella studentsprógv. Hevur tú harafturat ”Film- og TV-linjen, Grundforløb” frá góðkendum skúla, er tað ein fyrimunur. Tú skalt hava koyrikort, vanliga litsjón, góða hoyrn, vera fleksibul og kunna arbeiða skiftandi tíðir.

Vit leggja dent á, at tú hevur:

  • oyra fyri tónleiki og skapandi og visuell evni
  • skil fyri og royndir við teldum og talgildum miðlum
  • góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og undir trýsti
  • áhuga fyri samfelags- og mentanarviðurskiftum og fólki

Vit bjóða:
eitt avbjóðandi lærupláss í einum kreativum og skiftandi umhvørvi.

Setanarviðurskifti
Lærutíðin byrjar skjótast til ber, tó við fyrivarni fyri samskipan við skúla. Lønin í lærutíðini verður goldin sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Royndartíðin er tríggjar mánaðir.

Umsóknir
Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og møguligari verkætlan* skal sendast til umsokn@kvf.fo í seinasta lagi 6. juni 2019. Merk teldupostin “Lærlingur” í evnisrútin. Skrivliga tilfarið skal sendast sum ein samlað PDF-fíla. 

*Verkætlan
Verður tú kallað/ur inn til samrøðu, kanst tú í hesum sambandi lata Kringvarpinum eina verkætlan, ið tú sjálv/ur hevur verið við til at gera, og tú skalt greiða frá tínum leikluti í verkætlanini.

Miðlatilfarið kann sendast við t.d. Dropbox e.l. í hesum formatum:

Video: MPEG4-fílur í H264 codec; audio: MP3 í minst 256 kbit/s 44,1 KHz; stillmyndir JPEG.

Dømi:

  • Stuttur filmur ella brot úr filmi (í mesta lagi 4 min.)
  • Stuttur dokumentarfilmur ella brot úr dokumentarfilmi
  • Tónleikavideo
  • Stillmyndasøga (í minsta lagi 8 myndir)
  • Grafisk ella listarlig framløga.

Um tú ynskir meira kunning, ert tú vælkomin at venda tær til Bjarnheðin í Hoyvík, telefon 296655, ella teldupost bih@kringvarp.fo.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER